Krevja 10 mió. kr. afturat fyri skúlabygging

Krevja 10 mió. kr. afturat fyri skúlabygging
Byggifyritøkan Búsetur hevur sent eykarokningar fyri Skúlan við Løgmannabreyt, men kommunan noktar at gjalda
Ein træta millum byggifyritøkuna Búsetur og Tórshavnar kommunu um Skúlan við Løgmannabreyt endar helst í gerðarættinum.

25.05.2012 - 14:01

Byggifyritøkan Búsetur hóttir við at fera í gerðarættin við Tórshavnar Kommunu, tí kommunan noktar at gjalda nakrar rokningar, sum Búsetur hevur sent kommununi fyri arbeiðið við Skúlan við Løgmannabreyt.

Og tað eru ikki smávegis rokningar. Útvarpið skilir, at talan er um einar 10 milliónir krónur, sum Búsetur vil hava aftrat frá Tórshavnar Kommunu, men sum kommunan noktar at gjalda.

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, váttar, at upphæddin liggur um 10 milliónir, men vil annars ikki siga nakað meira um málið í løtuni.

Hevur rindað tað mesta

Nevndarformaðurin í Búsetri, Niels Winther Poulsen, vil ikki gera viðmerkingar til upphæddina, men sigur, at kommunan hevur rindað tær flestu rokningarnar, sum Búsetur hevur sent viðvíkjandi Skúlanum við Løgmannabreyt. Men har eru nakrar rokningar, sum kommunan ikki vil gjalda, og sum Búsetur metir seg at hava rætt til.

Útvarpið skilir, at málið væntandi endar í einum gerðarætti. Niels Winther Poulsen sigur, at tey helst vilja hava málið loyst við samráðingum við kommununa, men eydnast tað ikki, fara tey í gerðarættin við kravinum.

Endar vanliga í gerðarætti

Ósemjur innan byggivinnuna, sum ikki verða loystar við samráðingum, verða vanliga avgjørdar í einum gerðarætti. Skipanin er tann, at stríðandi partarnir velja ein byggikønan í part at umboða seg, og so er ein løgfrøðiligur dómari, sum vanliga er sorinskrivarin.

Tað er trupult at fáa nakað at vita, hvat ósemjan millum Búsetur og Tórshavnar Kommunu snýr seg um. Hvørgin parturin vil siga nágreiniliga, hvør orsøkin er til kravið hjá Búsetri um at fáa 10 milliónir aftrat fyri byggingina.

Skúlin við Løgmannabreyt kostaði útvið 170 milliónir krónur at byggja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502