Video: Her bjarga ferðandi fastkleimdum manni

Video: Her bjarga ferðandi fastkleimdum manni
Tá eitt ferðafólk í Avstralia datt niður ímillum eitt tok, vóru ferðafólk á jarnbreytarpallinum skjót at hjálpa. Tey lyftu tokinum á - við hondunum
Ferðafólk á eini jarnbreytarstøð í Perth í Avstralia gjørdu ikki mætari enn at lyfta einum toki á, tá ein maður datt niður ímillum herfyri
Mynd: ABC News  
 
06.08.2014 - 10:55

Eitt ferðafólk í avstralska býnum Perth í Avstraliu kann takka øllum teimum ferðandi, ið eisini vóru til staðar á jarnbreytini, tá maðurin datt niður ímillum tokið og jarnbreytarpallin.

Sí upptøkuna niðanfyri

Maðurin sat fastur millum tokið og jarnbreytarpallin. Hóast eitt tok vanliga vigar umleið níggju tons, fekk tað ikki ferðafólkini at standa hendur í lumma á jarnbreytini.

Ferðafólkini, ið vóru til staðar á jarnbreytarstøðini, gjørdu ikki mætari enn at lyfta tokinum so frægt á, at maðurin, ið var dottin niður ímillum, slapp leysur aftur.

Video: Her bjarga ferðandi fastkleimdum manni

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571