Hagtøl ikki almenn fyrr enn øll nøvn eru strikað

Hagtøl ikki almenn fyrr enn øll nøvn eru strikað
Løgtingsins umboðsmaður sigur tað sama sum Fiskimálaráðið um innllit í hagtøl
Vørn fær at vita í trúnaði, hvussu nógv fiskiskip selja fyri, og gevur tí ikki innlit í tølini
 
08.08.2014 - 12:38

Krónutøl, sum Vørn fær at brúka til hagtøl, eru ikki almenn fyrr enn øll nøvn eru strikað.

Vørn noktaði at geva innlit í avreiðingarprísir hjá einum skipi, sum fiskaði uppsjóvarfisk í fjør.

Fiskimálaráðið staðfesti avgerðina hjá Vørn. Og nú hava bæði Vørn og Fiskimálaráðið fingið viðhald frá Løgtingsins umboðsmanni.

Eingin, uttan myndugleikin, sum krevur og fær tølini, eigur at vita, hvussu nógv eitt skip hevur fingið fyri eina last.

Treytin er tó, at hagtølini seinni verða almannalunngjørd, men tá í navnleysum líki. 

Tann, sum bað um innlit í prísin, sum eitt ávíst skip fekk, hevur heldur ikki rætt til at fáa meirinnlit, staðfestir Løgtingsins umboðsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672