- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snarfundur um spentu støðuna í Ukraina
Uttanríkisráðharrarnir úr teimum fýra londunum hittast í Berlin, og týski uttanríkisráðharrin Frank-Walter Steinmeier vónar, at úrslitið verður, at bardagarnir í eystara parti av Ukraina halda uppat, og at tað verður møguligt at fáa bráfeingis neyðhjálp til økið, skrivar týska blaðið Bild.
Blóðugu bardagarnir og ósemjan um russiska neyðhjálp hava gjørt støðuna enn spentari millum Ukraina og Russland. Men í gjár vóru tekin um, at londini nærkaðust í ósemjuni um neyðhjálparfylgið úr Moskva. Itar-Tass skrivar, at stjórnin í Ukraina viðurkennir, at stóra russiska fylgið er eitt neyðhjálparfylgi.
Annars hava stjórnin í Kijev og stórur partur av vesturheiminum havt illgruna um, at endamálið við russiska neyðhjálparfylginum var, at fáa vápn til uppreistrarfólkini í Eysturukraina. AFP tíðindastovan skrivar tó, at Reyði Krossur vil hava trygd fyri, at talan er um neyðhjálp, áðrenn felagsskapurin fer undir at fáa russisku neyðhjálpina inn í Ukraina.
Sambært AFP tíðindastovuni hava 2.100 fólk latið lív í samanbrestum millum ukrainska herin og russiskt sinnaðu uppreistrarfólkini.
Partarnir, sum hittast í dag, vóna, at fundurin millum urkainska uttanríkisráðharran Pavlo Klimkin og russiska starvsbróðurin Sergej Lavrov kann loysa kreppuna.