Landsstýrisformaðurin: Eiga at taka stórt stig á sjálvstýrisleið nú

Landsstýrisformaðurin: Eiga at taka stórt stig á sjálvstýrisleið nú
Landstingsval verður í Grønlandi í ár
Mute B. Egede, landsstýrisformaður, vil hava sett ferð á arbeiðið at gera Grønland til sjálvstøðugt land.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.01.2025 - 08:19

Í næsta valskeiði, sum byrjar í ár, eigur Grønland at taka stórt stig á leiðini at gerast sjálvstøðugt land.

- Stundin er komin, at vit taka týdningarmiklu stigini fram móti at gerast sjálvstøðugt land.

- Vit kunnu ikki halda fram við tí seinføra arbeiðinum at skula gjøgnum danska statin við lógum, sum eru galdandi í Grønlandi.

Tað segði grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, í nýggjársrøðu sínari.   

Landstingsval verður í ár, og í næsta valskeiði heldur hann, at grønlendingar eiga at gera av, um Grønland skal gerast sjálvstøðugt land.

- Og fólkið skal vera við, tá uppskotið um grundlóg verður gjørt, segði Múte B. Egede.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824