Politiskur ruðuleiki í Georgia: Mikheil Kavelashvili tekur við sum forseti

Politiskur ruðuleiki í Georgia: Mikheil Kavelashvili tekur við sum forseti
Fyrrverandi fótbóltsspælarin Mikheil Kavelashvili tekur við sum nýggjur forseti í Georgia
Mynd: Irakli Gedenidze/AFP/Ritzau Scanpix  
 
29.12.2024 - 14:17

Mikheil Kavelashvili hevur verið rættiliga hvassorðaður móti vesturheiminum og serliga ES.

Hann avloysir Salome Zurabishvili, sum hinvegin hevur verið rættiliga vinarlig mótvegis ES.

Fyri fyrstu ferð er forsetin ikki valdur beinleiðis av fólkinum, men av eini nevnd av valmonnum, og síðani hevur tjóðartingið saman við lokalpolitikarum og sjálvstøðugum landslutum atkvøtt um forsetan.

53 ára gamli Mikheil Kavelashvili umboðar flokkin Dreymur Georgia, sum vann valið í oktober. Flokkurin vann valið við 54 prosentum.

Valúrslitið hevur gjørt, at tað er politiskur ruðuleiki í Georgia. Nógv mótmæli hava verið í landinum síðani 28. november.

Ein av orsøkunum er, at stjórnin ætlar at útseta samráðingarnar um limaskap í ES til 2028.

Fráfarandi forsetin Salome Zurabishvili og onnur vilja heldur ikki viðurkenna valúrslitið.

Zurabishvili sigur seg ikki vilja fara frá sum forseti og krevur nýval.

Hon boðaði í dag frá, at hon flytur úr forsetaborgini, men at hon framvegis fer at arbeiða fyri at fáa nýval. Eitt krav, sum millum annað forsetanir í Litava og Póllandi alment hava stuðlað.

Valeygleiðarar sáa eisini iva um úrslitið og ES-tingið vil heldur ikki viðurkenna valúrslitið í Georgia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Kræklingar
127561
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Hanus Johansen
127332
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Silly Boys
127176
Týsdag 21. apríl
Glaðir amatørar - Kári P.
126792
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347