Lova finningarløn fyri upplýsingar um forsetavalevni

Lova finningarløn fyri upplýsingar um forsetavalevni
Útlagni andstøðuleiðarin, Edmundo González, hevur annars boðað frá, at hann kemur aftur til Venesuela at verða tikin í eið sum forseti tann 10. januar
Edmundo González flýddi til Spania eftir forsetavalið í Venesuela.
Mynd: AFP  
 
03.01.2025 - 09:25

Myndugleikarnir í suðuramerikanska landinum Venesuela fara langt fyri at fáa fatur í Edmundo González, sum stillaði upp ímóti forsetanum, Nicolas Maduro, á forsetavalinum í summar.

Politiið í Venesuela lovar 720.000 krónur í finningarløn fyri upplýsingar, ið kunnu leiða til González, sum eftir valið flýddi til Spania.

Tað skrivar enska avísin The Guardian.

Útlagni andstøðuleiðarin hevur annars boðað frá, at hann kemur aftur til Venesuela at verða tikin í eið sum forseti tann 10. januar, sjálvt um myndugleikarnir har siga, at hann tapti forsetavalið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329