Apple tekur aftur iPhone 5 við vánaligum battaríi

Apple tekur aftur iPhone 5 við vánaligum battaríi
Telefonframleiðarin, Apple, tekur nú aftur nakrar av iPhone 5-telefonunum, tí battaríið er ov vánaligt. Sí her, um tú hevur eina av telefonunum
Apple tekur nú nakrar iPhone 5 aftur, tí feilur er á battarínum. Sí niðanfyri, um tú hevur eina av telefonunum
Mynd: Apple  
 
25.08.2014 - 13:59

Hevur tú eina iPhone 5, ið javnt og samt skal løðast, kann tað vera, at feilur er á battarínum, og at battaríið tískil skal skiftast, hóast telefonin er nýggj.

Kanna tína telefon niðanfyri

Apple upplýsir á heimasíðu síni, at feilur er á battarínum í nøkrum telefonum, ið fyritøkan seldi í tíðarskeiðnum frá september 2012 til januar 2013. Tað eru tó ikki allar telefonir, ið hava feilin.

Kundar, ið hava keypt eina av telefonunum, við feilinum á battarínum, fáa skift battaríið út ókeypis, boðaði fyritøkan frá í tíðindaskrivi í seinastu viku.

Kanna tína telefon her

Til tess at kanna tína fartelefon mást tú fyrst vita framleiðslunummarið á tíni iPhone 5-fartelefon, ið tú sært undir General og síðani velur Settings á telefonini og at enda Serial Number, myndin.

Kanna - um tín telefon hevur eitt battarí, ið skal skiftast út - á slóðini her:

iPhone 5 Battery Replacement Program (letur upp í nýggjum kaga)

Apple upplýsir, at fyritøkan longu er byrjað at skifta battaríir í USA og Kina. Í øðrum londum verða battaríini skift frá fríggjadegnum 29. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Morgunlestur fríggjadagur 30. januar 2026
203270
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379