Betri vónir um gott ár nú hálvárið er gjørt upp

Betri vónir um gott ár nú hálvárið er gjørt upp
TF Holding Samtakið væntar upp í 160 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í ár
Eik Banki hevði slakar 80 mió. kr. í avlopi eftir skatt fyrra hálvárið
 
26.08.2014 - 09:26

TF Holding Samtakið væntar sær størri vinning í ár enn væntað varð, tá árið byrjaði.

Við árslok 2013 varð mett, at úrslitið eftir skatt í 2014 fór at verða 70-100 mió. kr. í avlopi.

Men góða gongdin fyrra hálvárið ger, at nú væntar samtakið millum 140 og 160 milliónir í avlopi, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding Samtakinum. 

TF Holding samtakið hevði 133 mió. kr. í avlopi eftir skatt fyrra hálvárið í ár.

Hetta eru 37 milliónir krónur meira enn í fjør. 

Minnilutin tekur sítt

Tann 30.juni var eginognin hjá samtakinum 2,8 milliardir krónur. 

Tá parturin hjá minnilutaáhugamálunum verður drigin frá, er hálvársúrslitið 111 mió. kr. eftir skatt og eginognin 2,4 milliardir. Minnilutaáhugamálini eru í høvuðsheitum ognarparturin hjá Fíggjarligum støðufesti í Eik Banka. 

Í TF Holding samtakinum eru Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón og Eik Banki umframt onnur ognar- og íløgufeløg.

Kappingin um tryggingar er herd. Hálvársúrslitið hjá skaðatryggingarvirkseminum er 7,7 mió. kr. í halli eftir skatt. Tað er ikki  nøktandi, verður sagt í tíðindaskrivi. 

Nógvir miðalstórar skaðar, sum endurtrygging ikki er fyri, ávirka úrslitið skeiva vegin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303