Umleið 1400 børn kynsliga misnýtt

Umleið 1400 børn kynsliga misnýtt
Børnini vórðu kynsliga misnýtt í bretska býnum Rotherham frá 1997 til í fjør, sambært nýggjari kanning, ið varð almannakunngjørd í gjár
Umleið 1400 børn í enska býnum Rotherham vórðu kynsliga misnýtt frá 1997 til í fjør, er nú komið fram í nýggjari kanning
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
27.08.2014 - 07:09

Í frágreiðingini verður greitt frá um hópneyðtøkur, burturflytingar og ólógligan handil við gentum, so ungar sum 11 ára gamlar í norðurbretska býnum.

- Eingin veit, hvussu umfatanadi kynsligi ágangurin móti børnunum hevur verið í Rotherham, sigur Alexis Jay, professari, sum legði fram frágreiðingina, sum býráðið í Rotherham setti í verk.

- Vit meta, at um 1400 børn eru kynsliga misbrúkt í tíðarskeiðnum sum vit hava kannað, - frá 1997 til 2013, sigur hon, og leggur aftrat, at myndugleikarnir hava ligið á lætu síðuni, og ávaringar um misbrúk eru ikki tiknar í álvara.

Býráðslimur lagt frá sær

Býráðsformaðurin í Rotherham, Roger Stone, avgjørdi í stundini at leggja frá sær, tá niðurstøðurnar í frágreiðingini vórðu almannakunngjørdar.

Sambært frágreiðingini lýsa offrini gerningsmenninar at verða asiatar, men myndugleikarnir vísa tó á, at nøkur offur ikki vilja siga, hvørja etniska bakgrund brotsmenninir hava, tí vandi er fyri, at tey verða skýrd fyri at vera rasistar.

Alexis Jay sigur, at børnini vórðu hótt við, at søgdu tey nøkrum frá hesum, fór teir at stoyta bensin á tey og festa eld í tey, tey vórðu hótt við byrsum, noydd at hyggja at, tá hópneyðtøkur vóru framdar, og tey fingu at vita, at tað var teirra tørn næstu fer.

Kanningar byrjaðu í 2010

Kanningin varð sett í verk, eftir at fimm menn í 2010 vórðu dømdir fyri kynslig brotsverk í Rotherham. Teir vórðu dømdir sekir í at læra upp tannáringar - gentur, til kynsligar tænastur.

Bretska dagblaðið The Times skrivar, at fleiri starvsfólk innan løgreglu og barnavernd vistu, hvat fór fram hesi 16 árini, men gjørdu einki. Rotherham er ikki einasta kommunan í norður og mið-Onglandi við slíkum stórmálum.

Limir í mannfólkabólkum eru handtiknir og dømdir í 11 bygdum og býum, millum annað í Oldham, Rochdale og Derby, skrivar BBC í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285