Asbjørn Senior sleppur nú at fiska makrel

Asbjørn Senior sleppur nú at fiska makrel
Sleppur at fiska av felagskvotuni hjá verksmiðjuskipunum
Asbjørn Senior slapp fyrst at flyta makrel, nú sleppur hann eisini at fiska
 
29.08.2014 - 07:44

Gamla veiðiloyvið hjá Athenu er virkið aftur.

Og í gjár fekk Asbjørn Senior í Vági eisini fiskiloyvi frá Vørn.

Asbjørn Senior sleppur at fiska makrel í føroyskum sjógvi, ES sjógvi, norskum sjógvi og í altjóða sjógvi.

Asbjørn Senior hevur fingið lut í kvotuni hjá verksmiðjuskipum.

Felagið hjá Thor, sum átti Athenu, varð keypt til Vágs í summar. Felagið, sum framvegis eitur P/F Ocean Group Faroes Ltd, hevur fingið loyvi til at fiska í mesta lagi 4.400 tons av felagskvotuni hjá verksmiðjuskipunum.  

Higartil hevur Asbjørn Senior bara havt flutningsloyvi. Hann hevur flutt makrel og sild frá skipum, sum fiska, til lands.

    

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037