Vilja nú verða hoyrd um sítt egna fakøki

Vilja nú verða hoyrd um sítt egna fakøki
Pedagogfelagið vil hava landsstýrismannin at velja dagstovnaráð. Dagstovnaøkið má takast í álvara
Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, stúrir fyri børnunum undir skúlaaldri, tí sambært felagnum tekur Mentamálaráðið ikki dagstovnaøkið í álvara.
 
15.09.2014 - 07:32

Námsfrøðingar kenna seg forfjónaðar, tí aðrir fakbólkar avgera, hvat skal henda í dagsstovnunum. 

Fimta hvørt barn dugir ikki at lesa. Og hvørt ár verða 70 børn send í Psykiatriska depilin til greiningar ella til viðgerðar. 

Nú má dagsstovnaøkið takast í álvara, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, í áheitan á landsstýrismannin í mentamálum.

Pedagogfelagið er til reiðar at hjálpa til við at venda gongdini, sigur forkvinnan. 

Vil hava dagstovnaráð

Síðani hendan samgongan kom, hevur Pedagogfelagið heitt á landsstýrismannin um at fáa skipað eitt virkið dagstovnaráð. Eitt dagstovnaráð, sum kann veita landsstýrismanninum ta hjálp og ráðgeving, sum dagstovnalógin ásetir. 

Talan er um viðurskifti hjá øllum børnum í Føroyum aldrinum null til sjey ár, sum eru í dagstovni. 

- Enn hava vit ikki frætt frá landsstýrismanninum, hvørjar ætlanir hansara eru á hesum økinum. 

Eingin ivi skal vera um, at dagstovnaøkinum tørvar politiskan áhuga, kanska ongantíð so nógv sum nú, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum. 

Valt í 2011

Í apríl í fjør segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í løgtinginum, at í 2011 varð Dagstovnaráðið sett, tó uttan lógarbundna heimild. 

Sama árið, í 2011, varð Fólkaskúlaráðið, sum hevur verið virkið fyrr og hevur sína heimild í fólkaskúlalógini, afturvalt. 

Ætlanin var, at hesi bæði ráðini skuldu vera ráðgevarar hjá Mentamálaráðnum. Fólkaskúlaráðið hevur verið virkið hesa tíðina, men Dagstovnaráðið hevur verið nærum óvirkið. 

Mentamálaráðið vil hava eitt virkið Dagstovnaráð. Men kommunufeløgini vóru ikki nøgd við leistin, Dagstovnaráðið hevur verið skipað eftir. 

Í tí sambandi var samskifti millum Mentamálaráðið og kommunufeløgini við tí endamáli at fáa Dagstovnaráðið at virka, men enn er tíverri ikki komið á mál, segði landsstýrismaðurin í løgtinginum í fjør vár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982