Skotin til deyðis á Ráðhúsplássinum - dagført

Skotin til deyðis á Ráðhúsplássinum - dagført
Tveir persónar vórðu raktir av skotum inni í Fútarættinum í Keypmannahavn tíðliga í morgun
 
16.09.2014 - 10:31

Annar persónurin lat lív, meðan særdi persónurin, sum er í lívsvanda, varð fluttur á sjúkrahús.

Løgreglan upplýsir, at talan er helst um avsagaða fuglabyrsu. Løgreglan hevur handtikið ein mann, sum hildið verður er gerningsmaðurin.

Tekniskar kanningar verða nú gjørdar í økinum.

Skeyt mótpartin

Michael Villemoes Larsen, sum umsitingarleiðari í Fútarættinum sigur við dr.dk, at eftir øllum at døma eru skotini latin av inni í einum av fundarhølunum. 

Hann hevur sæð myndir frá vakmyndatólinum, sum er í bíðirúminum í Fútarættinum, har fólk, sum skuldu í Fútarættin, fyrrapartin, sótu og bíðaðu.

- Eftir øllum at døma, er gerningsmaðurin møttur í Fútarættinum ella skiftirættinum, og hevur skotið ein av mótpartinum.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213