Sea Shepherd aftur í Føroya rætti: nokta seg sek

Sea Shepherd aftur í Føroya rætti: nokta seg sek
Átta Sea Shepherd fólk eru ákærd fyri at sigla inn um markið, sum sýslumaðurin ásetti, tá grindin var á Sandi
Sea Shepherd fólk eru aftur í dag í Føroya rætti.
 
25.09.2014 - 09:49

Í dag hava átta Sea Shepherd fólk fingið boð um at møta í Føroya rætti.

Tey eru ákærd fyri at hava brotið politiviðtøkuna og grindakunngerðina tann 30.august, tá grindadrápið var á Sandi.

Øll átta nokta seg sek.

Fólkini vóru í trimum bátum hjá Sea Shepherd. Sambært ákæruni fóru tey inn um markið, sum sýslumaðurin ásetti.

Ein fjórðingur

Markið var ein fjórðingur úr landi. Men bátarnir hjá Sea Shepherd virdu ikki markið, sigur ákæruvaldið.

Sjey av teimum átta ákærdu fólkunum eru enn í Føroyum.

Politiið tók bátarnar og hevur teir enn.

Seks onnur Sea Shepherd fólk fingu herfyri 1.000 kr. í bót fyri at bróta politiviðtøkuna og grindakunngerðina, tá grindadrápið var á Sandi. Tey fólkini vóru á sandinum og úti í sjónum. Eisini tey noktaðu seg sek.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655