Roll-on afturkallað

Roll-on afturkallað
Deodorantið av merkinum Neutral Roll-on deodorant (50 ml), er afturkallað, tí illgruni er um, at sjúkuelvandi bakteriur eru í vøruni
 
26.09.2014 - 12:34

Talan er um fýra partí, batch nr. 4148, 4162, 4169 og 4182, sum standa á lokinum á ílatinum. Illgruni er um, at sjúkuelvandi bakteriur av slagnum Burkholderia kann vera í vøruni.

Fólk, ið hava veika immunverju, kunnu gerast sjúk. Tey, ið hava brúkt vøru við hesum batch numrum, og kenna seg sjúk av ókendari grund, verða biðin um at venda sær til egnan lækna, og hava hesa fráboðan við sær. Nakað av hesi vøruni er innflutt til Føroya, helst seinast í august í ár.

Tey, ið halda seg hava fingið hesa vøruna, verða biðin um ikki at brúka hana ella tveita hana burtur, men heldur lata hana aftur til hana aftur til handilin, har hon varð keypt, ella senda hana til framleiðaran: Unilever Danmark Forbrugerkontakt Ørestads Boulevard 73 DK - 2300 København S Danmark

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083