Eysturoyar røktar-og ellisheim skiftir eigara

Eysturoyar røktar-og ellisheim skiftir eigara
Eysturoyar røktar og ellisheim verður frá ársskiftinum at rokna partur av eldraøkinum hjá Skálafjarðarsamstarvinum
 
29.09.2014 - 11:03

Borgarstjórarnir í Eysturoy hava í dag undirskrivað avtalu um Eysturoyar røktar- og ellisheim.

Sum partur av yvirtøkuni av eldraøkinum eru Eystur-, Fuglafjarðar-, Runavíkar-, Nes- , Sjóvar-, Eiðis- og Sunda kommunu komnar ásamt um, at Eysturoyar røktar og ellisheim frá 01.01.15 verður partur av eldraøkinum hjá Skálafjarðarsamstarvinum, t.v.s. Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunum.

Kommunurnar hava samtykt, at sjálvsognarstovnurin verður tikin av 1. januar komandi, og at Eysturoyar røktar- og ellisheim hareftir verður ogn hjá Skálafjarðarsamstarvinum. Broytingarnar í ognarviðurskiftunum viðføra ongar broytingar hjá búfólkunum á ellisheiminum. 

Økistænastan søkir leiðara

Kommunurnar kring Skálafjørðin, sum fyrr í ár gjørdu samstarvsavtalu um eldraøkið, søkja eftir leiðara til økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum, - at byrja 1. desember.

Økistænastan fevnir m.a. um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli og ellisheim.

Ábyrgdaøki

Leiðarin skal taka sær av dagliga leiðsluarbeiðnum, og hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina og ábyrgdina av starvsfólkaviðurskiftum. Leiðarin skal eisini tryggja framhald í yvirtøkugongdini, og verður fakligur ráðgevi og skrivari hjá stýrinum.

Stýrið hevur evstu ábyrgd av Økistænastuni, og er mannað við umboðum úr bý-og bygdaráðunum hjá Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunum.

Økistænastan verður staðsett í Runavíkar kommunu, við egnari fyrisiting, óheft av kommunalu fyrisitingunum. 163 starvsfólk eru í Skálafjarðar-økistænastuni, og tey arbeiða í 23 bygdum við 5.933 fólkum.

Freistin at søkja starvið er 13. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juli
Morgunlestur leygardagur 27. juli 2024
178384
Fríggjadag 26. juli
Vikuskiftið 26 juli 2024
178531
Fríggjadag 26. juli
Tinganes
178485
Fríggjadag 26. juli
Hvalastøðin við Áir
178484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juli
Veðrið
178526
Týsdag 23. juli
Olympiski dreymurin
178369
Týsdag 23. juli
Veðrið
178367
Mánadag 22. juli
Hin rusuti á Aconcagua (4:10)
177776
Fríggjadag 19. juli
Veðrið
178247