Framvegis ógreitt hví Gullberg sakk

Framvegis ógreitt hví Gullberg sakk
Sjóvinnustýrið hevur kannað óhappið og skrivað frágreiðing.
Mynd: Suðurrás.fo  
 
13.11.2014 - 10:09

Ikki ber til at siga við vissu, hví trolarin Gullberg sakk norðan fyri Føroyar 31.juli í fjør.

Sjóvinnustýrið hevur kannað óhappið og skrivað frágreiðing. 

Í niðurstøðuni stendur, at tá maskinmeistarin kom niður í maskinrúmið, eftir at alarmurin fór í gongd, stóðu ventilarnir undir í sjógvi. Ikki bar til at steingja botnventilarnar, tí sjógvur fossaði inn í maskinrúmið framman í bakborð, og ikki var møguligt at koma fram at ventilunum fyri sjógvi.

Sjófiltrið í maskinrúminum er úr stoypijarni. 

Skipasmiðjan Mest kannaði sjófiltrið, beint áðrenn Gullberg fór til fiskiskap hendan seinasta túrin. Meistarin bað um at fáa sjófiltrið kannað, tí hann helt, at tað “sveittaði” og tað kundi týða upp á tering. 

Hvørki teringur ella løstur

Men Mest sigur, at hvørki teringur ella løstur vórðu staðfestir.

Botnventilarnir kundu bara steingjast við sjálvan ventilin. Men tað kann tó ikki staðfestast at vera orsøkin til sjálvt óhappið, men ein óheppin avleiðing, tí ikki var møguligt at avmarka lekan ella steðga honum.

Vrakið av Gullbergi liggur á 1200 metra dýpi, so ikki ber til at kanna, um hol var komið í skrokkin, ella skrokkurin var skrædnaður. Heldur ikki ber til at fáa vissu fyri, um trupulleikar vóru við sjófiltrinum ella botnventilum.

Sjóvinnustýrið sigur, at sum frá líður kann óhappið dálka umhvørvið, tí olja var í tangunum, tá Gullberg sakk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738