Má gerast lættari at búgva her og lesa uttanlands

Má gerast lættari at búgva her og lesa uttanlands
At vera innskrivaður til lestur uttanlands og búgva í Føroyum eigur at vera lættari, heldur Kári P. Højgaard.
Mynd: Savnsmynd  
 
16.11.2014 - 10:23

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, ein grein-52 fyrispurning, um hvussu vit kunnu byrgja fyri fráflyting.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður á, at nógv eru tey, ið nema sær útbúgving yvir netið. Hjá fleiri teirra letur tað seg gera, meðan onnur, sum byrja, mugu gevast, tí tað er sera kostnaðarmikið at ferðast millum Føroyar og Danmark til próvtøkur o.a.

Hesi, sum flyta av landinum fyri at fáa ávísa útbúgving eru ofta í góðum árum og hava familju. Sostatt er tað ikki bert ein, sum flytur, men øll familjan, skrivar Kári P. Højgaard í fyrispurninginum.

Stuðul til flogferðir og samstarv við setrið

Løgtingsmaðurin skjýtur upp, Mentamálaráðið ella Studni veita stuðul til flogferðir, ella at samstarv kundi fingist við Fróðskaparsetrið og lærustovnar uttanlands, soleiðis at tey lesandi umvegis fjarlestur kundu tikið próvtøkurnar her heima uttan kostnað.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður spyr Bjørn Kalsø, landsstýrismann, um hann ætlar at veita stuðul til teir borgarar, sum velja at búgva í Føroyum og taka sína útbúgving yvir netið, og hví Mentamálaráðið ikki javnsetir tey, sum ganga í skúla her.

Grein 52 spurningar skulu verða svarðaðir í seinasta lagi tíggju yrkadagar eftir, at teir eru settir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Fótbóltsprát
206044
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. mars
Veðrið
206070
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001