Spyr um skúlastjóran á nýggja Vesturskúlanum

Spyr um skúlastjóran á nýggja Vesturskúlanum
Mentamálaráðið er ógegnigt, alt sum tað er, og tí er málið endað í Fíggjarmálaráðnum, sigur Gunvør Balle, sum spyr Jørgen Niclasen um málið
Venjingarskúlin og Kommunuskúlin skulu leggjast saman í nýggjan Vesturskúla
 
25.11.2014 - 10:03

Gunvør Balle, løgtingskvinna, vil nú hava at vita frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, nær starvið sum skúlastjóri á nýggja Vesturskúlanum í Havn verður lýst leyst. Hon hevur sett landsstýrismanninum ein grein 52 spurning, sum skal svarast skrivliga.

Gunvør Balle vil eisini hava at vita, hvat ætlanin er við skúlaleiðsluni á Venjingarskúlanum eftir 1. januar, um starvið ikki er sett tá.

Mentamálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at leiðandi starvsfólk í ráðnum er ógegnigt, og at alt aðalráðið tí er ógegnigt í sambandi við stjórasetanina á Vesturskúlanum. Tí fór málið víðari til Løgmansskrivstovuna og haðani til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sigur Gunvør Balle í viðmerkingum til fyrispurningin. 

Ikki nøktandi

Tórshavnar kommuna hevur samtykt at byggja nýggjan Vesturskúla, sum skal koma í staðin fyri Kommunuskúlan og Venjingarskúlan. Í løtuni er stjóri í fyribilsstarvi á Venjingarskúlanum til 1. januar.

Gunvør Balle sigur , at tað er ikki nøktandi at hava skiftandi fyribilssettar stjórar í longri tíð. Tí er neyðugt at fáa staðfest, um og nær ætlanin er at lýsa stjórastarvið til samanlagda Vesturskúlan leyst, sigur hon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388