Viðareiðistunnilin: Lata fyrsta skotið av í dag

Viðareiðistunnilin: Lata fyrsta skotið av í dag
Nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan vera liðug í 2017
 
01.12.2014 - 07:47

Í dag klokkan tvey verður fyrsta skotið latið av fyri Viðereiðistunnilin.

Tað verður Hvannasundsmegin. 

Bergholið verður 1939 metrar úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum. 

Ferðslutøl frá 2012 siga, at í miðal koyra 432 bilar um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er talið komið upp í 510 bilar, verður mett. 

Tilfarið fer í vegir

Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møguligt avlop verður lagt í grótbrotið Viðareiðismegin til møguligar ætlanir hjá Viðareiðis kommunu, upplýsir Landsverk. 

Nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan vera liðug í 2017.

Løgtingið hevur játtað 162 mió. kr. til arbeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373