Samskifta við kommununa um politistøð í Havn

Samskifta við kommununa um politistøð í Havn
Verður bankabygningurin í Húsagøtu keyptur til politiið, krevur hann bæði umbygging og útbygging, áðrenn hann kann brúkast til endamálið
Tórshavnar kommuna eigur bankabygningin í Húsagøtu. Kommunan keypti hann fyri 40 mió. kr. í fjør.
 
03.12.2014 - 10:49

Bygningsstyrelsen í Danmark vil ikki vátta, at arbeitt verður við at keypa BankNordik bygningin í Húsagøtu í Havn til politistøð.

Tórshavnar kommuna eigur bygningin. Kommunan keypti hann fyri 40 mió. kr. í fjør.  

Í Bygningsstyrelsen fáast tey bara at siga, at tey hava gott samskifti við Ríkispolitiovastan og Tórshavnar kommunu um politistøð í Havn. Møguliga verður ein loysn um ein mánað.

Leita eftir hølum

Politiið hevur leingi leitað eftir øðrum hølum í Havn, tí blámusoppur er í parti av bygninginum, sum politiið er í.

Skipanin er soleiðis, at Bygningsstyrelsen eigur ella leigar høli til skrivstovurnar hjá statinum. Millum annað leigar politiið so frá Bygningsstyrelsen.

Verður bankabygningurin í Húsagøtu keyptur til politiið, krevur hann sum skilst bæði umbygging og útbygging, áðrenn hann kann brúkast til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026