Mótmæla sparingum á Psykiatriska deplinum

Mótmæla sparingum á Psykiatriska deplinum
Felagið Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar óttast, at tilboðini og menningin, sum hevur verið seinastu árini, nú er í stórum vanda
 
05.12.2014 - 09:14

Felagið Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar mótmælir ætlaðu sparingunum og niðurlaðingini á Psykiatriska deplinum. 

Felagið óttast avleiðingarnar av sparingunum og tey árin tað kann fáa á fakligu og tvørfakligu dygdina á Psykiatriska deplinum.

Í skrivi vísir felagið á, at seinastu árini hevur miðvíst verið arbeitt við at skipa ta bestu røktina og viðgerðina á Psykiatriska deplinum, sum kann sammetast við hana í øðrum londum. 

Felagið stúrir fyri, at tilboðini og tann menning, sum hevur verið seinastu árini, nú er í stórum vanda.

Fær stórar avleiðingar

- Tað, sum Heilsumálaráðið við Karsteni Hansen á odda nú hevur sett út í kortið, er ein rættiliga stór niðurlaðing. Hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri sjúklingar og avvarðandi teirra, sigur felagið. 

Felagið Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar er limur í Horatio - evropiska felagnum fyri psykiatriskar sjúkrarøktarfrøðingar.

Í yvirlýsing hevur Horatio staðfest týdningin av yrkiskønari menning av starsvfólkum innan psykiatriska økið. 

Felagið Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar vísir á, at dygdargóð røkt og viðgerð krevur fíggjarliga raðfesting og ikki niðurlaðing. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744