Fiskiloyvi kann ikki latast einum samtaki

Fiskiloyvi kann ikki latast einum samtaki
Føroya rættur fríkendi Fiskimálaráðið í sakarmálinum, sum partafelagið Líraberg reisti
Føroya rættur fríkendi Fiskimálaráðið og dømdi Pf. Líraberg og manningina á bátinum at rinda sakarmálskostnaðin hjá Fiskimálaráðnum, sum var 75.000 kr.
 
05.12.2014 - 10:20

Partafelagið Líraberg stevndi Fiskimálaráðnum við kravi um, at Fiskimálaráðið skuldi viðurkenna, at tað var skeivt ikki at geva Samtakinum Sjófeli makrelkvotu í 2012. Samtakið søkti um 15 prosent av kvotuni, ella 22.500 tons.

Kravt varð eisini, at Fiskimálaráðið skuldi rinda Partafelagnum Lírabergi 375.000 kr. í endurgjaldi og manningini á bátinum 375.000 kr. í endurgjaldi fyri mista inntøku, tilsamans 750.000 kr.

Kravið var gjørt upp til 300 tons av makreli fyri 2,50 kr. fyri kg.

Fingu 3.000 tons

Tá Fiskimálaráðið í kunngerð ásetti makrelfiskiskapin fyri 2012, fingu teir 108 bátarnir í Sjófela eina felagskvotu, sum var 3.000 tons. Fiskimálaráðið segði seg ikki kunna útskriva fiskiloyvi til samtakið, ella til eitt felag fyri samtakið.

Rætturin sigur tað vera í samsvari við lógina, at Fiskimálaráðið tók ta avgerðina. Tað sama hevði verið galdandi, um Fiskimálaráðið gjørdi av at lata samtakinum Sjófelag alt tað sum biðið var um.

Rætturin kom til ta niðurstøðu, at undir verandi umstøðum, kundi fiskiloyvi ikki latast einum felag, sum ikki átti nakað fiskifar.

Og av tí sama sigur rætturin seg ikki kunna broyta avgerðina hjá Fiskimálaráðnum. Rætturin leggur sum grund, at Pf. Líraberg í juli í 2012 fekk loyvi at fiska upp í  300 tons av makreli av felagskvotuni, sum var 3.000 tons. Tí fekk felagið ein part av kvotuni, og hon svarar til kravið frá felagnum.

Ikki grundarlag fyri endurgjaldskravi

Líraberg, sum ikki nýtti kvotuna, hevur ikki kunnað grundgivið fyri, at Fiskimálaráðið var orsøkin til, at teir ikki fingu fiskað kvotuna, tí loyvið varð givið, samstundis sum onnur loyvi til makrelfiskiskap í 2012 vórðu latin. Tí er heldur ikki grundarlag fyri endurgjaldskravinum, vísir rætturin á.

Tí verður Fiskimálaráðið fríkent í øllum pørtum, sigur rættuin.

Út frá tí heldur rætturin tað ikki vera neyðugt at taka støðu til heimildina hjá Fiskimálaráðnum at býta makrelin í 2012, tí tað hevur ikki týdning fyri málið, hóast saksøkjararnir hava lagt stóran dent á júst heimildina hjá Fiskimálaráðnum.

Tí fríkendi rætturin Fiskimálaráðið og dømdi Pf. Líraberg og manningina á bátinum at rinda sakarmálskostnaðin hjá Fiskimálaráðnum, sum var 75.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335