Meirilutin: Ikki neyðugt at lýsa móðurmálsdag

Meirilutin: Ikki neyðugt at lýsa móðurmálsdag
Meirilutin í mentanarnevndin mælir til at brúka teir møguleikar, sum longu eru, at skipa fyri einum árligum móðurmálsdegi tann 25.mars.
Bjarni Djurholm er formaður í mentanarnevndini hjá løgtinginum
 
08.12.2014 - 09:14

Tað er óneyðugt, at løgtingið skal lýsa ein árligan móðurmálsdag.

Tað ber til at hava slíkan dag kortini, heldur meirilutin í Mentanarnevndini hjá løgtinginum.

Meirilutin, samgongan og Javnaðarflokkurin, mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Tjóðveldi um at fáa landsstýrið at leggja fyri tingið uppskot um at lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag.

Tað hevur víst seg, sigur meirilutin, at tað ber til at skipa fyri móðurmálsdegi, uttan at hetta verður gjørt við at lýsa ein almennan hátíðardag afturat. 

Mælt verður til at brúka teir møguleikar, sum longu eru, at skipa fyri einum árligum móðurmálsdegi tann 25.mars.

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur longu sum er møguleika fyri at geva stovnum boð um at skipa fyri degnum, sigur meirilutin í Mentanarnevndini. 

Minnilutin í nevndini, Tjóðveldi og Framsókn, sigur tað vera neyðugt, at Mentamálaráðið tekur á seg at lýsa 25. mars sum almennan móðurmálsdag fyri at stovnar, skúlar og einstaklingar taka móðurmálsdagin til sín. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761