Ung lesandi fáa ikki størri studning

Ung lesandi fáa ikki størri studning
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur onga ætlan um at broyta stuðulin hjá lesandi undir 18 ár

17.02.2012 - 11:29

Lesandi yngri enn 18 ár skulu ikki vænta sær størri studning frá landsstýrinum.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum hevur svarað einum spurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni.

Høgni Hoydal spurdi, um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til at broyta stuðulin hjá lesandi undir 18 ár.  Bjørn Kalsø svarar, at hann hevur onga ætlan um tað.

Lesandi undir 18 ár mistu mánaðarliga studningin at liva fyri í 2000.

Í staðin fyri fingu tey bókastudning, ferðastudning og vistarhaldsstudning.

Tey, sum búgva heima, fáa minni enn tey, sum ikki búgva heima hjá foreldrunum.

Fyrst í februar vóru 487 næmingar í miðnámsskúlunum yngri enn 18 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873