Mikael Viderø og Lena L. Mohr nýggir stjórar

Mikael Viderø og Lena L. Mohr nýggir stjórar
Mikael Viderø, sum hevur verið leiðari á Landsverki, verður nýggjur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu og Lena L. Mohr verður einsamallur stjóri á Sansum
 
17.12.2014 - 13:45

Mikael Viderø, sum í hálvttriðja ár hevur verið leiðari á byggideildini á Landsverki, verður nú tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu. 

Mikael Viderø var býararkitektur í Tórshavnar kommunu frá 2003, til hann kom í starv á Landsverki á sumri 2012. Hann tekur við sum tekniskur stjóri 1. februar, og Landsverk fer nú at søkja eftir nýggjum leiðara fyri byggideildina.

Og eitt sindur meira um stjóraskifti, tí samskiftisfyritøkan Sansir hevur í dag fingið nýggjan stjóran. Høgni Rasmussen, sum stovnaði Sansir og seinastu árini hevur verið stjóri saman við Lenu L. Mohr, er keyptur úr fyritøkuni av einum meiriluta av partaeigarunum. 

- Eg eri nøgdur við avtaluna. Fyri meg er hetta ein privat avtala, og tí havi eg ikki meira at siga, sigur Høgni Rasmussen við Portal.fo.

Hetta hevur við sær broyting í leiðsluni á Sansum, har Lena L. Mohr framyvir verður einsamallur stjóri. Í nýggja leiðslubólkinum hevur Lena L. Mohr afturat sær Tór Verland Johansen, hann er kundastjóri, og Boga Henriksen, sum er kreativur stjóri

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098