- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hondbólturin nógvar altjóða avbjóðingar í 2015
Hondbóltssambandið hevur meldað lið til allar tær stóru altjóða kappingarnar fyri ungdómslandslið í 2015.
HSF sigur í tíðindaskrivi, at hetta er liður í málinum, har føroyskur hondbóltur skal luttaka støðugt og framhaldandi á altjóða pallinum á jøvnum føti við okkara grannalond.
U17 EM undankapping í Føroyum í marts
HSF hevur vunnið rættin at hýsa bólki 2 í U17 EM undankappingini hjá kvinnum, sum verður í mars.
Í lutakastinum endaðu Føroyar í bólki saman við Russlandi, Kekkia og Íslandi.
Endaspælið verður í Makadonia 13. - 23. august 2015. Dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn.
U21 mennirnir til Grikkalands í januar
Í januar 2015 skal U21 manslandsliðið luttaka í HM undankappingini, sum verður spæld í Grikkalandi í døgunum 9. og 10. januar.
Føroyar eru í bólki 8 saman við Serbia og vertslandinum.
Vinnarin kemur víðari í endaspælið, sum verður í Brasil 19. juli til 2. august.
U19 kvinnurnar til Litava
Í apríl skal U19 kvinnulandsliðið til Litava at spæla EM undankapping. Føroyar eru í bólki 2 saman við Noreg, Kekkia og Litava.
Tvey lið fara víðari til sjálvt endaspælið, sum verður í Spania í døgunum 23. juli til 2. august 2015.
U19 mennirnir til European Open í Svøríki í summar
Eins og undanfarnu árini fara Føroyar í ár at luttaka í European Open, sum er ein stór altjóða kapping, sum verður spæld í Gøteborg í Svøríki.
Kappingin verður í døgunum 29. juni til 3. juli 2015. Tær flestu av teimum fremstu hondbóltstjóðunum luttaka.
Fleiri av leikarunum, sum luttóku í somu kapping í 2013 hava aldur at luttaka aftur í ár. Føroyska liðið gjørdist nr. 16 av 22 liðum í 2013.
Íslandssamstarv
HSF er í ferð við at menna samstarv við HSI fyri teir eldru úrvalsbólkarnar, U16 (1998/99) og U14 (2000/01) gentur og dreingir.
Í tí sambandi er ætlanin at hittast árliga, annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt ár í Føroyum.
Fyrstu ferð verður í Íslandi í mei 2015.
Men´s InterContinental IHF Trophy 2015 í heyst
Tá U21 manslandsliðið í mei í ár, í Andorra, vann IHF Trophy Europe kappingina, spældu teir seg samstundis víðari til Interkontinentala IHF Trophy Finaluumfarið, sum verður spælt á heysti í 2015.
Hóast kappingin ikki er liðug enn, hava fleiri enn 80 lond kring allan heimin longu kappast um tey 5 plássini í finaluni.
Føroyar og Tahiti hava higartil tryggjað sær pláss í endaspælinum. Enn er ikki kunngjørt hvar endaspælið verður.
A-landsliðini
HSF hevur sum málsetning, at A-landsliðini hjá monnum og kvinnum skulu hava spennandi uppgávur í 2015.
Grundleggjandi hevur HSF lagt áherðslu á, at gera tingini í rættari røð, soleiðis at at tað ber til fíggjarliga og umsitingarliga at lofta ítróttarligu ætlanunum, og á tann hátt tryggja framhaldni soleiðis at altjóða luttøkan hjá føroyskum hondbólti verður støðug og reglulig.