797 fólk fáa pengar úr ALS

797 fólk fáa pengar úr ALS
Arbeiðsloysið í Føroyum er beint oman fyri trý prosent
 
02.01.2015 - 10:04

Nú árið 2015 er byrjað, eru tey, sum fáa arbeiðsloysisstuðul frá ALS, farið niður um 800.

Sambært ALS eru í dag 797 fólk, sum fáa pengar frá ALS, tí tey eru arbeiðsleys.

504 kvinnur og 293 menn eru arbeiðsleys. 

Talið hjá ALS sigur tó ikki alt um arbeiðsloysið í Føroyum, tí nøkur arbeiðsleys eru ikki í ALS. 

Sambært Hagstovuni vóru 846 arbeiðsleys beint fyri jól. Tá eru tey, sum fáa forsorgarhjálp, tí tey eru arbeiðsleys, tald við.

Arbeiðsloysið í Føroyum er beint oman fyri trý prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672