Aðalorðaskifti um at einskilja landsjørðina

Aðalorðaskifti um at einskilja landsjørðina
Hósdagin 12. februar verður aðalorðaskifti í løgtinginum um at einskilja landsjørðina. Um eina góða viku fær løgtingið frágreiðing um málið
Um tvær vikur verður aðalorðaskifti í løgtinginum um at einskilja landsjørðina
 
29.01.2015 - 09:38

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, fer fríggjadagin í næstu viku at leggja fram frágreiðing um einskiljing. Tann frágreiðingin verður grundarlagið undir aðalorðaskiftinum.

Tað elvdi til nakað av rumbli í samgonguni, tá Jacob Vestergaard í fjør segði seg ætla at koma í løgtingið við lógaruppskoti um at einskilja landsjørðina nú í vár.

Bæði løgmaður og annar tingmaður Miðfloksins, Bill Justinussen, søgdu tá, at eingin landsjørð verður seld og einskild í hesari tingsetuni og neyvan heldur í hesum valskeiðinum.

Fekk undirtøku frá landsstýrinum í 2013

Jacob Vestergaard svaraði, at hann í oktober í 2013 fekk undirtøku frá landsstýrinum fyri at arbeiða víðari við málinum um at einskilja, almennu jørðina. Fyrsta stigið í arbeiðinum var at lýsa málið neyvt og ítøkiliga. Og tað gjørdi ein arbeiðsbólkur.

Arbeiðsbólkurin segði millum annað, at einki er til hindurs fyri at einskilja tað mesta av landsjørðini, tá lógarheimildin er fingin til tess.

Jacob Vestergaard, sum er fyri at einskilja, segði eisini í fjør, at fekk hann undirtøku frá landsstýrinum, fór hann at leggja fram lógaruppskot um at einskilja landsjørðina fyri løgtingið á vári 2015.

Lógaruppskotið er tó ikki komið enn, men um eina góða viku fær løgtingið frágreiðing um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896