Hevur kostað ES 180 milliardir krónur

Hevur kostað ES 180 milliardir krónur
Politisku revsitiltøkini móti Russlandi, hava kostað nógv. Serliga er tað landbúnaðurin og ferðafólkaídnaðurin í Spania, sum eru harðast rakt
Úttanríkisráðharrar í ES á fundi í Brussel
Mynd: newsbreak.dk  
 
09.02.2015 - 13:40

Hetta sigur spanski uttanríkisráðharrin, Jose Manuel Garcia-Margallo, sum saman við 18 øðrum uttanríkisráðharrum úr ES, í dag fundast í Brussel.

Hetta er fyrstu fer nakar hevur sett tal á hvussu nógv ES-tiltøkini móti Russlandi, hava kostað ES-limalondunum, eftir stríðið um Krimhálvoynna og ófriðin í eysturukraina. Teir 19 ES uttanríkisráðharrarnir hittast í dag til fundar í Brussel, fyri at tosa um nýggj tiltøk móti Russlandi.

Sambært Reuters, er eitt av hesum tiltøkum, at nokta russiska varaverjumálaráðharranum Anatolij Antonov, innferðarloyvi til ES, og øll virði, sum Anatov hevur goymt í ES londum, verða afturhildin. Sambært Reuters, hava uttanríkisráðharrarnir í ES, gjørt ein lista yvir 19 fólk úr Russlandi og Ukraina, sum ikki fáa innferðarloyvi til ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044