- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fróðskaparit um epli og fiskatíggjund
Í ritinum hesaferð eru millum annað 10 vísundaligar greinar.
Fiskatíggjund og sendingsgóðs
Eitt nú skrivar Rolf Guttesen, geografur, um fiskatíggjund, har greitt verður frá vaksandi trupulleikum, sum koma fyri í uppkrevjing av fiskatíggjund. Hann skrivar eisini grein um sendingsgóðs í tíðarskeiðinum 1805 til 1855, sum verður sent til Danmarkar.
Eplavelting og Pløyen
Erling Isholm søgufrøðingur skrivar um eplavelting í Føroyum í 19. øld. Greitt verður frá søguni um eplini, sum Pløyen keypti í 1839, og víst verður á, hvussu tað við hesum eplakeypi eydnaðist almennum myndugleikum at forða fyri, at stígur kom í framburðin, sum hevði verið undanfarnu 20 árini.
Ánaniasartáttur
Eivind Weyhe málfrøðingur um Ániasartátt í eini uppskrift á suðuroyarmáli. Tátturin er prentaður stavrættur aftast í greinini. Málformurin verður lýstur og kjakast verður m.a. um, hvat brigdi av suðuroyarmáli uppskriftin umboðar.
Eyvind Weyhe skrivar eisini um trý staðarnøvn á Sandi: Akrinatjørn, Mølbursvatn og Mølheyggjarnir. Og triðja greinin er um variatiónina av sjálvljóðunum i og u í føroyskum endingum.
Landsniglar
Jens-Kjeld Jensen, Jógvan Fróði Hansen og Ámundur Nolsø skriva um landsniglar. Síðan kanningina hjá Solhøy í 1977-79 er eingin skipað kanning gjørd innan útbreiðslu av landsniglum.
Nógvur innflutningur av byggitilfari og urtagarðs-tilhoyri hevur skapað karmar fyri innførslu av nýggjum sniglasløgum til oyggjarnar. Greinin er grundað á innsavnað tilfar og eygleiðingar seinnu mongu árini frá heimildarfólki kring landið, sum hava vent sær til Jens-Kjeld Jensen. Fleiri sniglasløg eru komin aftrat.
Ritstjórnin leggur frá sær
Í ritstjórnini hesaferð eru Dorethe Bloch og Elin Súsanna Jacobsen. Hetta er seinasta ritið, sum tær ritstjórna. Tær leggja nú frá sær og nýggj ritstjórn tekur við.