Landsstýrið leggur 33 uppskot fram

Landsstýrið leggur 33 uppskot fram
Uppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, skulu leggjast fram í seinasta lagi fríggjadagin
 
02.03.2015 - 08:29

Landsstýrið fer at leggja 33 uppskot fyri løgtingið í hesari vikuni.

Talan er um 28 lógaruppskot, trý ríkislógartilmæli og tvey uppskot til samtyktar, sum Løgtingsskrivstovan fekk seinasta fríggjadag.

Uppskot, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, skulu leggjast fram í seinasta lagi fríggjadagin 6.mars.Og øll 33 málini hjá landsstýrinum verða løgd fram fríggjadagin, tí tá er einasti løgtingsfundur í hesari vikuni.

Við teimum 33 uppskotunum, sum nú eru komin, hevur landsstýrið latið løgtinginum 52 uppskot í hesari tingsetuni. 19 uppskot komu frá 29.juli í fjør til 27.februar í ár, og 33 uppskot komu 27.februar. 

Andstøðuflokkarnir hava eisini nøkur mál, sum verða løgd fram fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006