Føroyingar tryggja skip í Íslandi

Føroyingar tryggja skip í Íslandi
Trygd fegnast um kappingina frá útlendskum tryggingarfeløgum
Í løtuni hevur Trygd tó ongar ítøkiligar ætlanir um at virka uttanlands í 2015, skrivar leiðslan í ársfrágreiðingini
 
03.03.2015 - 08:30

Føroyskir reiðarar eru farnir at tryggja skip síni í Íslandi.

Útlendska ávirkanin á føroyska tryggingarmarknaðin hevur verið nakað avmarkað, síðani marknaðurin bleiv latin upp fyri íslendskum og donskum feløgum 1.september í 2010.

Tó hava ávís vinnuøki, serliga skip, tikið av tilboðnum um at tryggja seg í Íslandi.

Tað skrivar leiðslan í Tryggingarfelagnum Trygd í ársfrágreiðingin fyri 2014.

Trygd fegnast um kappingina frá útlendskum tryggingarfeløgum.

Tveir tryggingarmeklarar

Í løtuni tykjast útlendsku feløgini bara at virka í Føroyum gjøgnum tryggingarmeklarafeløg, og kappingin er eisini økt á hesum øki. 

Í fjør vóru tveir skrásettir tryggingarmeklarar í Føroyum. Í 2013 var bara tann eini.

Lógarbroytingin í 2010 ger eisini, at føroysk tryggingarfeløg kunnu selja tryggingar og tryggingartænastur í Danmark.

Í løtuni hevur Trygd tó ongar ítøkiligar ætlanir um at virka uttanlands í 2015, skrivar leiðslan í ársfrágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522