P/F Enniberg hevur keypt ein góðan triðing av SMS

P/F Enniberg hevur keypt ein góðan triðing av SMS
Gullak Madsen, reiðari í Hirtshals, sum hevur verið stórur eigari í SMS, hevur selt øll síni partabrøv í felagnum til P/F Enniberg
 
07.03.2015 - 09:15

  - Vit meta partabrævakeypið at vera eina skilagóða og spennandi íløgu, sum er eitt sindur øðrvísi enn tað, vit dagliga fáast við, sigur Hildigunn Johannessen, stjóri í P/F Ennibergi í tíðindaskrivi.

Niels Mortensen, stjóri eigur 50 prosent av SMS í sínum felagi NM Holding, og triði partaeigarin er P/F NJ Mortensen á Tvøroyri.

 

Avlopið í SMS var 7,8 milliónir krónur fyri skatt í 2014, og umsetningurin 378 milliónir. 

Ársroknskapurin var lagdur fram og góðkendur á aðalfundinum í dag, tá nýggj nevnd eisini var vald.

 

Í nevndini í SMS sita nú Christian Andreasen, sum er formaður, Mogens Nielsen fyri NM Holding, Kaj Johannessen og Niels Johannessen, sum umboða P/F Enniberg, og Gudmund Mortensen umboðar NJ Mortensen í nevndini.  

Anfinn Vitalis Hansen og Gullak Madsen fóru úr nevndini.
    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744