Biðja um uppskot um nýggju kirkjuna á Argjum

Biðja um uppskot um nýggju kirkjuna á Argjum
Skipað verður fyri almennari kapping, og vinnarin fær í minsta lagi 175.000 kr.
Kirkju- og missiónshúsið á Argjum fylti 40 ár í fjør
 
12.03.2015 - 08:53

Kirkjuráðið á Argjum biður nú um uppskot um, hvussu nýggja kirkjan á Argjum skal vera.

Tað verður gjørt við almennari kapping um verkætlanina. Vinnarin fær minst 175.000 kr. Onnur virðisløn er 100.000 kr. og triðja virðisløn er 50.000 kr.  

Kirkjuráðið hevur grundstykki við Sandá og Gamla Spinnaríið. 

Talan er um eitt spennandi, men eisini avbjóðandi øki. Stór krøv eru um, at kirkjan fellir væl inn í økið og virðir Sandá og náttúruna har, sigur kirkjuráðið í innbjóðingini til kappingina. 

Pláss fyri 400 fólkum

Í kirkjuni skal vera pláss fyri 300 fólkum og 400, um brúk er fyri tí. 

Kirkjan verður 610 fermetrar og kjallarin 485 fermetrar. 

Í dómsnevndini, sum skal taka støðu til uppskotini um nýggju kirkjuna á Argjum, eru Bjartur Dalsgarð, formaður, Valbjørn Dalsgarð, næstformaður og Sólrun Gleðisheygg, skrivari, fyri kirkjuráðið.

Fyri stýrið fyri missiónina er Alfred Alex Hansen, og fyri Arkitektafelagið eru Birita Wardum, býararkitektur hjá Tórshavnar kommunu, og Carl-­Viggo Hølmebakk, arkitektur, í dómsnevndini. 

Freistin at lata inn uppskot er úti 4.juni í ár. Og ætlanin er at kunngera úrslitið eina viku seinni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968