Løgmaður má fáa betri marknaðaratgongd

bannari
Løgmaður má fáa betri marknaðaratgongd
Nyttuleyst at tosa um fiskidagar og kvotur, um vit ikki vita, hvat vit vilja við fiskivinnuni, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður
 
15.03.2015 - 10:55

Grundarlagið undir fiskivinnunýskipanini eigur at vera at tvífalda útflutningsvirðið.

Tað segði Edmund Joensen, fólkatingsmaður, í røðu síni á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í gjár.

- Hvat nyttar tað at tingast um fiskidagar, kvotur, tilfeingisgjald og uppboðssølu, um vit ikki greitt frammanundan siga, hvat Føroyar vilja við fiskivinnuni. Farast skal eftir marknaðaratgongdini og inntøkunum, segði Edmund Joensen, sum heitti á leiðsluna í Sambandsflokkinum, sum eisini hevur løgmann, um at tala beinleiðis við ES-nevndina.

Danmark og Niðurlond útflyta fyri 20 mia. kr.

Edmund Joensen segði, at meðan Danmark og Niðurlond útfluttu fisk fyri 20 milliardir krónur í fyrraárið, er útflutningurin hjá føroyska fiskivinnusamfelagnum bert seks milliardir.

- Hetta botnar í, at Føroyar verða hildnar fastar sum rávøruútflytari til evropeiska marknaðin. Í samfull 40 ár hava vit staðið uttan fyri ES-garðin, meðan onnur hava tjent pengar innanfyri, segði hann. 

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum vísti á, at avleiðingarnar eru, at ein stór føroysk fyritøka hevur sett seg niður í Týsklandi at tjena pengarnar har, og ein onnur stór fyritøka ætlar at útflyta tilvirkaðan fisk úr Føroyum, men hon verður revsað við 50 milliónum krónum í tolli um árið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040