Viðgera pensjónshækkingina í dag

Viðgera pensjónshækkingina í dag
Hækkingin verður 350 kr. um mánaðin, ella 4.200 kr. um árið
 
25.03.2015 - 10:51

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um at hækka viðbótina til fólkapensjónistar 1. juli. 

Hækkingin verður 350 kr. um mánaðin, ella 4.200 kr. um árið.

Neyðugt verður at biðja um eykajáttan frá løgtinginum, fyri at seta viðbótina í verk, tí bara10 milliónir kr. eru játtaðar á fíggjarlógini til endamálið, men tørvurin í ár verður 13,7 milliónir kr. Tí má løgtingið játta 3,7 milliónir kr. aftrat til ætlanina.

Næsta ár verður hækkingin galdandi alt árið, og tá verður tørvurin 23,1 milliónir kr.

Nakað av pengunum fáa landið og kommunurnar aftur í skatti -  í ár 4,8 milliónir kr. og næsta ár 8,2 milliónir kr., sæst í viðmerkingunum til uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329