Besta úrslit síðani 2007

Besta úrslit síðani 2007
Suðuroyar Sparikassi hevði 1,9 milliónir krónur í yvirskoti í 2014. Úrslitið er tað besta hjá sparikassanum síðani 2007
Bæði útlán og innlánini hjá Suðuroyar Sparikassa øktust fýra prosent í fjør. Úrslitið var tað besta hjá bankanum í sjey ár
 
31.03.2015 - 15:40

Yvirskotið er 300.000 krónur størri enn árið fyri. Men kappingin er beinhørð, sigur Suðuroyar Sparikassi, sum sambært roknskapinum tjenar flestu pengarnar av vinningi av virðisbrøvum, heldur enn av vanligum bankarakstri.

Sambært sparikassanum hevur rentustøðið í Føroyum verið í fríum falli síðsta árið. Suðuroyar Sparikassi vísir á, at lága rentustøðið kemur væl við hjá teimum, sum læna pengar til fastogn, bilar og vinnulívið - umframt at landskassin sparir nógvar pengar til rentustuðul.

Men fyri peningastovnarnar er lága rentustøðið ein avbjóðing. Suðuroyar Sparikassi forvinnur eina hálva millión av vanliga bankarakstrinum, meðan restin av yvirskotinum sum nevnt kemur frá vinningi av virðisbrøvum.

Bæði útlán og innlánini hjá Suðuroyar Sparikassa øktust fýra prosent í fjør. Útlánini eru nú 514 milliónir og innlánini 699 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101