Tingmaður: Fólk ótrygg at sigla inn á Skopun

Tingmaður: Fólk ótrygg at sigla inn á Skopun
Fólk eru ótrygg at sigla tá brim er, og innsiglingin er vorðin ókyrr síðani grót varð tikið upp úr henni síðsta summar, heldur tingmaður í Sandoynni
Fólk eru ótrygg at sigla á Skopun, tá brim er, sigur Gerhard Lognberg, tingmaður. Hann vil nú hava at vita, hvørjar ætlanir eru fyri samferðsluviðurskiftunum
 
10.04.2015 - 09:35

Gerhard Lognberg hevur sett Jørgen Niclasen spurningar um hvørjar ætlaninar eru at bøta um samferðsluviðurskiftini til Sandoynna.

Gerhard Lognberg setti spurningarnar í januar mánaða, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður fer at svara í tinginum í dag.

Hann skrivar, at sum støðan er í dag, eru fólk ótrygg tá teistin siglur inn á Skopun, tá brim er. Hann skrivar, at Skopum er brimpláss, og at tað er ein vandi í sær sjálvum, tí steinar, sum viga fleiri tons, verða slongdir inn á kajuna.

Harumframt vísir hann eisini á, at grót varð tikið upp úr innsiglingini síðsta summar, og tað var ein bati, men nú er innsiglingin ikki at kenna aftur, tí tað er vorði kyrt í henni, skrivar hann.

Vil hava at vita, hvør ætlanin er

Gerhard Lognberg vil tí vita, hvat ætlanin er at gera, fyri at bøta um samferðsluviðurskiftini til Sandoynna. Gerhard Lognberg spyr eisini um útskiftingina av manningini umborð á Teistanum og hinum Strandfaraskipunum.

Tingmaðurin í Sandoynni heldur, at stór útskifting er av manningini umborð á Teistanum, og spyr, um ein orsøk kann verða, at lønin er lág.

Hann heldur, at tað, at hava strandfaraskip siglandi fleiri ferðir um dagin upp á brimpláss, krevur eina støðuga manning, men tað er ikki er støðan í dag.

Stýrimenn og skiparar skifta ofta, orsøkin til hetta kann verða tann sera vánaliga lønin í mun til tað, sum kann fáast aðrastaðni, skrivar Gerhard Lognberg í fyrispurningi, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður fer at svara í tinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178