Seks umsóknir til stjórastarvið

Seks umsóknir til stjórastarvið
Seks umsóknir vóru komnar til starvið sum stjóri á Landssjúkrahúsinum, tá freistin var úti á middegi
Seks umsóknir vóru komnar til stjórastarvið á Landssjúkrahúsinum, tá freistin var úti á middegi
 
27.04.2015 - 15:55

Turid Arge, aðalstjóri, sigur, at Heilsumálaráðið fer nú undir at viðgera umsóknirnar. Hon kann ikki siga nakað nærri um, hvørt talan er um føroyskar ella útlendskar umsøkjarar.

Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum kundi heldur ikki siga, hvussu býtið er millum kvinnuligar og mannligar umsøkjarar, tá umsóknarfreistin var úti.

Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Landssjúkrahúsinum og hevur ovastu ábyrgdina av virkseminum á stovninum. Starvið er áramálssett í fimm ár við serligum sáttmála.

Lønin ájøvn við 39. lønarflokk

Lønin er ájavnt við 39. lønarflokk - ið er 53.326 krónur um mánaðin - hjá Felag Tænastumanna Landsins við 15 prosentum í eftirlønargjaldi og við eini áramálsviðbót.

Sigurð Ólason Vang, ið hevur verið stjóri í Landssjúkrahúsinum, byrjar 1. juni í nýggjum starvi sum leiðari fyri mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu.

Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið er 640 millliónir krónur um árið. Á Landssjúkrahúsinum eru okkurt um 715 ársverk, og har starvast 870 starvsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286