Føroyar-Grikkaland: Soleiðis verður liðið mannað

Føroyar-Grikkaland: Soleiðis verður liðið mannað
Lars Olsen hevur úttikið tveir leikarar til landsdystin móti Grikkalandi, sum kunnu fáa sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar
Leygarkvøldið 13. juni spæla Føroyar ímóti Grikkalandi á tórsvølli. Sí her, hvørjir leikarar verða á føroyska liðnum
Mynd: KvF/Ragnar A. Jacobsen  
 
01.06.2015 - 10:19

Lars Olsen kunngjørdi í dag hópin við teimum 23 leikarunum til dystin móti Grikkalandi.

Í hópinum eru Høgni Eysturoy, B36, og Árni Frederiksberg, NSÍ. Báðir hava spælt fyri U-21 landsliðið, men hetta er fyrstu ferð, at teir eru á A-landsliðnum.

Tá Føroyar spældu ímóti Rumenia í mars mánaði vóru Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson ikki tøkir, men teir eru nú aftur við í hópinum.

Vinstribakkurin, Viljormur Davidsen, hevur verið skaddur, men hann er úttikin, og landsliðsvenjarin vónar, at hann verður klárur

Málverjar

Gunnar Nielsen, Stjarnan (Ísland)

Teitur M. Gestsson, HB

Tórður Thomsen, B36

Verjuleikarar

Viljormur Davidsen, Vejle (Danmark)

Atli Gregersen, Víkingur

Sonni R. Nattestad, Vejle (Danmark)

Odmar Færø, B36

Jóhan Troest Davidsen, HB

Høgni Eysturoy, B36

Gilli Sørensen, Aab (Danmark)

Miðvallarar

Fróði Benjaminsen, HB

Pól Johannus Justinussen, NSÍ

Róaldur Jakobsen, B36

Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (Noreg)

Christian L. Holst, Fremad Amager (Danmark)

Brandur Olsen, FC Keypmannhavn (Danmark)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, Vendsyssel (Danmark)

Árni Frederiksberg, NSÍ

Rene S. Joensen, HB

Áleyparar

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Andreas L. Olsen, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, Vejle (Danmark)

Dysturin millum Føroyar og Grikkaland verður á Tórsvølli leygarkvøldið 13. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558