Noreg: Flakakvinnur fáa nú minstuløn

Noreg: Flakakvinnur fáa nú minstuløn
Norskar flakakvinnur og onnur, sum arbeiða á fiskavirkjum, fáa nú minstuløn, sum í okkara pengum er 145,42 kr. um tíman
 
02.06.2015 - 09:30

Norska lønarnevndin hevur avgjørt, eftir kravi frá fakfelagnum hjá teimum, sum arbeiða í marvøruvinnuni, at minstalønin er galdandi fyri øll, sum arbeiða á fiskavirkjum, skrivar Kystmagasinet.  

Fólk, sum eru yrkislærd, fáa 154,10 kr. um tíman fyri at arbeiða á fiskavirkjum.

Fakfelagið fekk í fjør í lag avtalu um minstuløn fyri øll, tí dømi vóru um, at fólk fingu 52 kr. um tíman.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717