Kunnu missa heimsmeistarakappingina

Kunnu missa heimsmeistarakappingina
Verður prógv funnið fyri, at tikið er móti mutri, kunnu Russland og Qatar missa heimsmeistarakappingina í fótbólti ávikavist í 2018 og 2022
Russland og Qatar missa heimsmeistarakappingina í fótbólti, verða haldgóð prógv funnin um mutur
 
08.06.2015 - 11:30

Tað sigur sveisarin, Domenico Scala, í samrøðu við sveisiska dagblaðið Sonntagszeitung. Hann skundar sær tó at leggja aftrat, at enn eru eingi prógv funnin.

Domenico Scala er settur á odda fyri nevndini, sum skal stjórna FIFA, til ein nýggjur forseti er valdur. Sepp Blatter, sum hevur verið forseti, boðaði herfyri frá, at hann fer at leggja frá sær.

14 starvsfólk ákærd

Sveisiskir myndugleikar eru farnir at kanna, um mutur hevur verið uppií, í sambandi við heimsmeistarakappingina í 2018 og 2022.

Spurningur verður eisini settur við, um alt fór regluliga fram í sambandi við heimsmeistarkappingina í Suðurafrika í 2010.

14 núverandi og fyrrverandi FIFA-limir og starvsfólk eru ákærd í USA fyri at hava tikið ímóti mutri. Málini ganga 20 ár aftur í tíðina, og tey snúgva seg um tilsamans 990 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804