Føroyar og Grønland kunnu avgera valið í morgin

bannari
Føroyar og Grønland kunnu avgera valið í morgin
Nýggj veljarakanning vísir, at blái vongurin í fólkatinginum fær 88 sessir og reyði vongurin 87
 
17.06.2015 - 08:05

Nú eitt samdøgur er eftir til fólkatingsvalið, stendur á jøvnum í Danmark, og tí fáa grønlendsku og føroysku umboðini stóran týdning fyri úrslitið, og hvør verður forsætisráðharri.

Ein meiningakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau vísir, at blái vongurin fær 88 umboð vald og reyði vongurin 87 umboð.

Eitt prosentstig á muni

Blái vongurin fær 50,3 prosent av atkvøðunum og reyði vongurin 49,5 prosent, so minni enn eitt prosentstig er á muni.

Í Grønlandi eru ongar veljarakanningar gjørdar, og tí eru ongar metingar um, hvør fer at vinna valið har. Men tað eru teir báðir stóru flokkarnir, Siumut og IA, sum vanliga fáa umboðini, og roknað verður ikki við nakrari broyting har.

Siumut hevur stuðlað danska Javnaðarflokkin, og tað fer flokkurin uttan iva eisini at gera í framtíðini. IA vil ikki siga nakað enn, hvønn flokkurin fer at stuðla sum forsætisráðharra eftir valið, men vanliga hevur flokkurin eisini stuðlað vinstravongin í fólkatinginum.

Tjóðveldi nærkast

Í Føroyum vísti veljarakanningin hjá Fynd í gjár, at Sambandsflokkurin fær annað umboðið valt, og Javnaðarflokkurin fær hitt. Men kanningin vísti eisini, at Tjóðveldi nærkast Javnaðarflokkinum, og minni enn tvey prosentstig eru á muni. Sambandsflokkurin stuðlar bláa vongin, meðan Javnaðarflokkurin stuðlar reyða vongin. Tjóðveldi vil ikki undan valinum siga, hvønn vong flokkurin fer at stuðla.

Verður gongdin sum vanligt, vísir seinasta danska veljarakanningin, at Helle Thorning-Schmidt fer at halda fram sum forsætisráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392