Hans Jørgen Djurhuus lina revsing frá FSF

Hans Jørgen Djurhuus lina revsing frá FSF
Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi fekk leikbann í tveir dystir fyri at sláa mótstøðuleikara
Mynd: fsf.fo  
 
23.06.2015 - 12:34

Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi fær tveir dagar leikbann eftir ósømiligan tilburð í venjingardysti millum HB og Víking í januar mánaði.

Tað er niðurstøðan hjá Kappingarnevndin hjá FSF, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Í venjingardystinum kom til ilnar millum Hans Jørgin Djurhuus og Poul Ingason.

Málið endaði í rættinum, og úrskurðurin varð, at Hans Jørgin Djurhuus bleiv dømdur fyri harðskap. Hans Jørgen Djurhuus breyt nøsina á Poul Ingasyni, tá hann, sambært dóminum, slóg við knýttum neva.

Síðani hevur Kappingarnevndin hjá FSF tikið málið upp, og har er niðurstøðan, at Hans Jørgin Djurhuus fær tveir dagar leikbann. Hans Jørgin er tískil ikki tøkur til næstu tveir dystirnar, sum eru ímóti HB (26. juni) og TB (27. juli).

Harafturat hevur Kappingarnevndin eisini avgjørt, at feløgini, HB og Víkingur verða revsað við hvør sínari bót á 1.500 krónur.

Talan er um lina revsing, um hugt verður í vegleiðingina fyri leikbann hjá Fótbóltssambandinum. Har fær leikari tveir daga leikbann fyri tað sum eitur "eitt sindur grovari brot".

Fótbóltssambandið kann geva munandi harðari revsing fyri serliga grov brot móti leikara, dómara ella øðrum. Tá verður givið leikbann í seks dystir.

Vegleiðing um leikbann hjá FSF kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf dreingir 17-18 ár
209677