Rebekka vann silvur og Marna bronsu

Rebekka vann silvur og Marna bronsu
Rebekka Fuglø var í dag ógviliga nær gullinum, tá hon rann í finaluni á 800 metra teininum. Hon setti samstundis føroyskt met
Rebekka setti føroyskt met
 
03.07.2015 - 19:56

Unga Rebekka Fuglø úr Norðdepli vann eitt av heiðursmerkjunum seinasta kappingardagin á Oyggjaleikunum á Jersey. Hon rann so mikið væl í finaluni á 800 metra teininum, at tað bara vóru seks hundraðpartar millum hana og Rachael Franklin úr Isle of Man, sum fekk gull. Tíðin hjá Rachael var 2:12.71 og tíðin hjá Rebekku var 2:12.77, sum samstundis er føroyskt met. Á triðja plássi var Nathalie Whitty av Guernsey.

Og í dag vann Marna Egholm sítt triðja heiðursmerki fyri Føroyar. Hon fekk bronsu á 5000 metra teininum. Tíðin hjá Marnu var 17:44.45. Katie Bristow úr Hetlandi, ið noyddist at gevast á 10.000 metra teininum fyrradagin, fekk gull, og Sarah Mercier av Guernsey fekk silvur. Marna hevur eisini fingið bronsu á 10.000 metra teininum, og saman við Bjørk Herup Olsen, fekk hon bronsu fyri lið í hálvum marathon. Bjørk var eisini við á 5000 metra teininum í dag og bleiv nummar sjey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659