Dregur út við hjálpini til fátækar barnafamiljur

Dregur út við hjálpini til fátækar barnafamiljur
Tær barnafamiljur, sum eru fíggjarliga sperdar, fáa onga hjálp áðrenn løgtingsvalið er nú greitt. Uppskotið fall burtur á ólavsøku
Illa sperdar barnafamiljur fáa ikki fíggjarliga hjálp hesumegin løgtingsvalið. Samtak heldur lítið um framferðarháttin
 
03.08.2015 - 11:32

Uppskotið hjá almannaráðunum at veita børnum í fátækraváða hjálp fall burtur, tá løgmaður útskrivaði val ólavsøkudag.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, kom við einum nýggum uppskoti, ið skuldi geva øllum familjum, ið hava eina árliga inntøku á 120.000 krónur ella minni, eitt ískoyti sum er 20.000 krónur.

Men tað uppskotið verður nú ikki gjørt nakað við - í øllum førum ikki áðrenn løgtingsvalið, ið verður týsdagin 1. september.

Samtak heldur lítið um framferðarháttin

- Hetta uppskot um serligt familjuískoytið er bringupríði, so samgongan ikki kundi lastast fyri einki at hava gjørt við tað vaksandi barnafátækradømi, heldur Samtak.

Samtak heldur eisini, at nýggja uppskotið um serligt familjuískoytið, ikki hjálpir nógvum, tí inntøkumarkið fyri nær tú kanst fáa og ikki fáa eru so lág, og ikki í tráð við tey veruligu tølini fyri fátækraváða.

- Tað tykist, sum landsstýrið við uppskotinum hevur uppfunnið eitt nýtt lægri fátækramark, fyri at spara pening, sigur Samtak í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107