Sleppa ikki aftur til arbeiðis enn

Sleppa ikki aftur til arbeiðis enn
Tað verður ein løta enn, áðrenn fólkið á Sandoy Seafood í Skopun sleppur til arbeiðis aftur. Nógv er á goymslu hjá virkinum í Skopun
Tað verður ein løta enn, áðrenn fólkið á Sandoy Seafood í Skopun sleppur til arbeiðis aftur
 
07.08.2015 - 12:41

Nógv er á goymslu hjá virkinum, og tað er ikki so lætt at sleppa av við lættsaltaðan tosk um summarið, sigur Hans Jákup Mikkelsen, nevndarformaður i Sandoy Seafood.

Ætlanin er at fáa nakað út úr goymsluni, áðrenn arbeiðið byrjar aftur í virkinum, kanska síðst í august.

Sandoy Seafood keypir frystan tosk úr Noregi og hevur eisini keypt tosk frá Sjúrðarbergi og Akrabergi. Toskurin verður skorin til flak í Skopun, lættsaltaður og frystur.

Høvdu ymsar byrjunartrupulleikar

Fyrstu tríggjar mánaðirnar vóru ymsir byrjanartrupulleikar, men eftir páskir hevur virkið riggað væl, sigur Hans Jákup Mikkelsen, nevndarformaður.

40 fólk hava arbeitt á Sandoy Seafood í Skopun, og summarfrítíðin hjá teimum varar nakrar vikur afturat.

Marine Harvest og Delta eiga Sandoy Seafood, helvtina í part. Arbeiðið í virkinum í Skopun byrjaði fyrst í árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891