Svartkjaftakvotan ásett

Svartkjaftakvotan ásett
Føroyska svartkjaftakvotan í ár er 425.000 tons, 110.000 tons meira enn Føroya áttu sambært býtinum frá 2006
Svartkjaftakvotan er ásett, og verður í ár 425.000 tons, avgjørdi landsstýrismaðurin eftir at hava ráðført seg við Uttanlandsnevndina og kunnað landsstýrið fyri ólavsøku
 
12.08.2015 - 13:31

Tað avgjørdi Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, eftir at hava ráðført seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum og kunnað landsstýrið fyri ólavsøku.

Sambært gamla býtislyklinum frá 2006 áttu Føroyar ein fjórðing av svartkjaftakvotuni. Tað eru 315.000 tons av einari millión og 260.000 tonsum, sum londini eru samd um at fiska í ár. Men avtalan frá 2006 er farin í søguna.

ES vil hava býtislykilin broyttan, tí ES heldur seg eiga rætt til størri part. Strandarlondini hava gjørt fleiri royndir at gera ein nýggjan býtislykil, men til fánýtis.

Russland hevur fingið 80.000 tons av føroysku kvotuni. Føroysk skip eiga okkurt um 120.000 tons eftir av svartkjafti í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329