Freistin at stilla upp er í kvøld

bannari
Freistin at stilla upp er í kvøld
Í kvøld klokkan 18.00 er seinasta freist at stilla upp til løgtingsvalið
 
18.08.2015 - 10:28

Í kvøld er seinasta freist hjá teimum sjey flokkunum, sum bjóða seg fram á løgtingsvalinum um tvær vikur, at lata løgtingsvalnevndini valevnislistarnar.

Allir sjey flokkar, sum nú eru í løgtinginum, stilla upp.

Teir kunnu stilla upp í mesta lagi 301 fólk, tí hvør flokkur kann stilla upp 43 fólk, tíggju fleiri enn løgtingsfólkini eru. 

Á løgtingsvalinum í 2011 vóru 168 fólk uppstillað.   

Eingin nýggjur flokkur bjóðar seg fram til løgtingsvalið hesaferð.

Freistin at boða frá tí var tann 30.juli klokkan 18.00, stívliga eitt samdøgur eftir, at valið varð fráboðað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985